Tað hjálpti einki í norsku royndini at sleppa til EM, at teir vunnu ein tryggan sigur á Føroyum í kvøld.
Svøríki vann eisini ein ein tryggan sigur. Í Bukarest vann Svøríki 2-0 á Rumenia og tryggjaði sær harvið annað plássið í bólki F áðrenn seinasta umfar verður spælt mánakvøldið. Marcus Berg legði Svøríki á odda í 18. minutti og seinna málið skjeyt Robin Quaison í 34. minutti.
Og í Cádiz staðfesti Spania sítt fyrsta pláss við at útradera við heili 7-0. Og tað vóru sjey ymiskir leikarar, sum skutu málini, tvey í fyrra og fimm í seinna hálvleiki. Málskorararnir vóru Álvaro Morata, Santi Cazorla, Pau Torres, Pablo Sarabia, Dani Olmo, Gerard Moreno og Jesús Navas.
Støðan í bólkinum er tann, at Spania hevur 23 stig, Svøríki 18, Rumenia og Noreg 14 og Føroyar og Malta 3 stig. Stórtapið hjá Malta merkir at tað nú stendur á jøvnum í málskoru millum Malta og Føroyar, -23.
Malta hevur heimadyst í síðsta umfari móti Noregi, meðan vit skulu spæla úti móti Svøríki. Úrtøkan av teimum dystinum er avgerandi fyri, hvørt tað vera Føroyar ella Malta, sum enda á aftasta plássi.
Christian Eriksen skoraði tvær ferðir móti Gibraltar (Mynd: EPA)
Danmark stórsigur á Gibraltar
Danmark vann í kvøld 6-0 á heimavølli móti Gibraltar og tryggjaði sær gott útgangsstøði at koma víðari til EM í summar. Robert Skov og Christian Eriksen skutu hvør síni tvey mál, meðan Christian Gytkær og Martin Braithwaite skutu hini bæði.
Danmark hevur nú 15 stig á fyrsta plássi, Sveits 14 á øðrum og Írland 12 á triðja plássi. Danmark skal spæla móti Írland í Dublin mánakvøldið, meðan Sveits skal ein túr til Gibraltar.
Vinnur Írland mánakvøldið enda Danmark og Írland bæði við 15 stigum. Danmark hevur í løtuni nógv betri málúrtøku, +17 móti +2. Men tað er ikki nóg mikið. Tí tað er innanhýsis dystir, sum eru galdandi, og fyrri dysturin millum Danmark og Írland endaði viðjavnleiki.
Eftir dystirnar í kvøld hava 12 lond nú tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum í summar. Tey eru Belgia, Italia, Russland, Poland, Ukreina, Spania, Turkaland, Frakland, Ongland, Kekkia, Finnland og Svøríki.
(Tekstur um møguleikarnar hjá Danmark at koma víðari broyttur kl. 22.45)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald