2019-10-17 16:28
Ein hondbóltsdystur er á skránni í kvøld. Talan er um dyst í Okkara-deildini hjá monnum. Hann er millum KÍF og STÍF, ið bæði hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið.
Bæði liðini hava sjey stig fyri fimm dystir, og liggja á ávikavist øðrum og triðja plássi aftanfyri H71, ið liggur á fyrsta plássi við átta stigum.
H71 spælir ikki fyrrenn sunnudagin, tá hoyvíkingar taka ímóti Team Klaksvík, og tískil hava bæði KÍF og STÍF leggja seg á odda í deildini við sigri í kvøld.
Dysturin í ítróttarhøllini í Kollafirði byrjar klokkan 20.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald