Fyrr í dag varð boðað frá, at Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna skipa fyri, at stórskýggi er settur upp í heimbygdini hjá Sverra Sandberg Nielsen - á veggin á bygdaskúlanum í Miðvági, oman ímóti fótbóltsvøllinum - sum í nátt skal royna at rógva seg til OL-gull í Tokyo.
Les eisini: Sverri á stórskíggja í heimbygdini
Stríðst hevur verið fyri at fáa víst søguliga róðurin í høvuðsstaðnum, har heilt nógv fólk jú eru í samband við ólavsøkuna. Í fyrstu syftu varð boðað frá, at tað ikki bar til orsakað av koronustøðuni, men nú er vent í holuni.
Føroya Tele boðaði fyri beint yvir hálvum tíma síðani frá, at OL-finalan verður sýnd á stórskýggja á Kongabrúnni. Hetta er komið í lag í samstarvi við millum annað Tórshavnar kommunu. Føroya Tele hevur stuðlað Sverra Sandberg Nielsen fram ímóti olympisku leikunum, og nú hevur miðvingurin 2.000 metrar eftir í Tokyo.
Finalan verður víst á økinum við Bursatanga klokkan 01.45 í nátt. Tórshavnar kommuna boðar í hesum sambandi frá, at Havnagøta er stongd fyri allari ferðslu, frá rundkoyringini við Skansan, til 04.
Sí eisini:
Myndir: Her rør Sverri Sandberg Nielsen seg í OL-finaluna
Sverri liggur til OL-heiðursmerki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald