
Áðrenn sjálva setanina í Tokyo skal Sverri Sandberg Nielsen fyri fyrstu ferð royna seg í olympiskum høpi.
Fríggjadagin 23.07 klokkan 00.50, tað vil siga stutt eftir midnátt føroyska tíð, skal Sverri sum tann fyrst danki rógvarin hesuferð kappast. Hetta er klokkan 08.50 lokala tíð - setanin verður fýra tímar seinni.
Innleiðandi í singlescullara hjá monnum er á skránni, og 27-ára gamli miðvingurin skal kappast við rógvarar úr Libanon, Zimbabwe, Kasakstan og Italia.Teir tríggir fremstu sleppa víðari til fjórðingsfinaluna. Gennaro di Mauro úr Italia verður sambært "landsholdet i roning" mettur at verða klárt tann størsti kappingarneytin hjá Sverra til fyrsta plássið.
Til ber at fylgja við á Eurosport 1 í nátt
Um ein skal fylgja rógvnini í Japan komandi tíðina, so verður tað hvørjaferð um náttina. Rógvihópurin hjá Danmark telur níggju rógvarar. Harav er føroyingurin tann einasti, ið rør einsamallur - í singlescullara. Tey níggju komu til Tokyo sunnudagin eftir at hava verið í venjingarlegu japansku bygdini Ogata í fýra vikur. Nú hava Sverri Nielsen og hini roynt teinin, og í dag hava tey verið partur av stórum miðladegi, har tíðindafundir hava verið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald