Avstralski stórbýurin Brisbane verður vertur fyri olympisku og paralympisku leikunum í 2032. Tað varð avgjørdi altjóða olympiska nevndin, IOC, í dag.
Talan var um eina formssak, tí tað vóru ikki aðrir býir at velja ímillum.
IOC samtykti í 2019 nýggjar leiðreglur fyri, hvussu olympisku vertsbýirnir verða valdir. Brisbane varð so at siga beinanvegin valdur millum áhugaðu býurnar og fekk einkarrætt til at samráðast um at gerast olympiskur vertur.
Nýggju leiðreglurnar skuldu tryggja, at aðrir býir ikki óneyðugt brúka nógvar pengar í royndini at gerast vertsbýur.
Aðrir býir, ið annars høvdu víst áhuga vóru Budapest, Doha og Ruhr-økið í Týsklandi.
Í dag varð tað so formliga avgjørt, at Brisbane verður OL-býur í 2032. 72 atkvøddu fyri og fimm ímóti í ES-nevndini.
Stór frøi var í Brisbane, har tey hátíðarhildu tíðindini við stórum fýrverki (Mynd: EPA)
Burðardyggleiki
Brisbane leggur dent á burðardyggleika í sínum boði, og ætlanin er, at 84 prosent av bygningunum og økjunum til leikirnar longu eru til staðar í býnum, ella bara verða fyribils.
Sostatt verður ikki neyðugt at brúka nógvar milliardir krónur í OL-vertsskapin, eins og fyrr er sæð.
Sambært egnu tølunum hjá IOC, hevur Brisbane eina fíggjarætlan, sum er 80 prosent minni enn vertsbýirnir í 2020, 2024 og 2028.
- Vit vilja vísa heiminum, at miðalstórir býir og landslutir eisini kunnu vera vertir fyri OL uttan stórvegis fíggjarligar trupulleikar, segði politiski ovastin í Queensland-landslutinum, har Brisbane liggur, Annastacia Palaszczuk, við IOC-nevndarlimirnar.
Leikirnir í Tokyo í Japan byrja fríggjadagin. Í 2024 verða olympisku summarleikirnir í franska høvuðsstaðnum, Paris, og í 2028 í Los Angeles í Kalifornia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald