
Tað hevur ligið í kortunum í eina tíð, og nú er tað alment: Óla Jákup Gaard Olsen skiftir úr VÍF til týskan hondbólt.
HSC 2000 Coburg hevur júst kunngjørt, at 20-ára gamli føroyingurin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við felagið.
Mynd: HSC 2000 Coburg - avtalan er galdandi til og við kappingarárið 2027/2028
Annar føroyingurin - og vestmenningurin - í næstbestu týsku deildini
Coburg spælir í 2. Bundesliguni. Felagið endaði á 6. plássi í fjø.
Áki Egilsnes, ið nú er komin aftur til Føroya og VÍF, hevur eisini spælt í deildini. Høgri bakkurin umboðaði EHV Aue í 2021/2022.
Áki Egilsnes í landsdysti í 2019. Hann royndi seg í Íslandi, Danmark - og Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
Frá U21 HM til ævintýr uttanlands
Óla Jákup er, eins og Áki, lámur. Tað vil siga, at hann kastar við vinstra armi. Hann hevur spælt nógv sum bakkur sum ungur men hevur spælt nógv á vonginum seinastu árini eisini.
Vestmenningurin hevur seinastu árini spælt við besta liðnum hjá barndómsfelagnum, VÍF. Nú tekur hann fetið út í heim at royna hondbóltsleiðina.
Hetta ger Óla Jákup Gaard Olsen eftir eitt væleydnað HM-endaspæl í Póllandi, har Føroyar endaðu nummar trý, og Óla Jákup hevði fleiri góðar løtur á serliga vonginum - millum annað í fyrsta dystinum móti Norðurmakedónia og hann gjørdist toppskjútti og dagsins maður í dystinum móti Danmark.
Óla Jákup millum Eyðbjørn Heina Danielsen og Róa Seyer Hjaltason - allir við HM-bronsu um hálsin eftir sigruin á Svøríki í síðsta mánaða (Mynd: Sverri Egholm)
Enn ein føroyingur í Týsklandi
Týskur felagshondbóltur á manssíðuni er fremst í heiminum. Føroyar hava nú tríggjar spælarar í Bundesliguni - Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen.
Nú er so aftur ein í næstbestu deildini, og er hetta gott fyri føroyskan hondbólt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald