Hondbóltur

Óla Jákup varð føroyskur toppskjútti og kosin dagsins spælari

Hann var púra tryggur av vonginum við fimm málum, og Óla Jákup Gaard Olsen fekk eisini okkurt burturúr á bakkinum. Samanlagt seks mál og Føroyar hava tveir rímiliga heitar høgru vengur.

Óla Jákup Gaard Olsen fær heiðurin eftir dystin móti Danmark (Mynd: IHF/Kolektif)

Óla Jákup Gaard Olsen fær heiðurin eftir dystin móti Danmark (Mynd: IHF/Kolektif)

2025-06-24 18:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Hann kom inn og gjørdi bart í fyrsta dystinum móti Norðuemakedónia við seks málum. Og aftur í dag skoraði Óla Jákup Gaard Olsen seks ferðir fyri Føroyar í HM-endaspælinum.

Sí eisini: - Tað snúði seg um at halda høvdið kalt og hanga leingi

20-ára gamli vestmenningurin gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum, tá Føroyar í kvøld taptu sín fyrsta HM-dyst. Talan var tó ikki um týðandi dyst sum so móti Danmark.

Tað vóru nógvar brotyingar á føroyska liðnum gjøgnum dystin, og nógvir fingu nøkur mál: Av bakspælarunum var Trúgvi Hávardsson helst mest eyðsýndur við málum og uppleggum.

Óla Jákup spældi seinasta korterið á høgra bakki, har hann fekk eitt gott mál uppá gjøgnumbrot. Har brendi lámi vestmeningurin so eisini sítt einasta skot í dystinum.

[object Object]
Óla Jákup Gaard Olsen eftir eitt av sínum seks málum (Mynd: IHF/Kolektiff)

Av vonginum var hann lýtaleystur: Fimm skot og fimm mál. Ógvuliga tryggur og okkurt mál var eisini úr heilt spískum - Trúgvi Hávardsson átti flestu uppleggini.

Tað er ógvuliga gott hjá Føroyum at hava tveir tryggar høgru vengur; serliga tá føroyska spælið koyrir nokso nógv frá vinstru til høgru. 

Niklas Gaard skoraði heili átta mál og varð dagsins spælari í bólkafinaluni móti Rumenia. Niklas spældi bert seinasta korterið í dag - tá Óla Jákup var á bakkinum.

Eftir dystin varð VÍF-spælarin, sum helst skal uttanlands at spæla eftir summarferiuna, heiðraður sum dagsins spælari í dystinum millum Føroyar og Danmark.

-----------------------------------------------------

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
Í dag, týsdagin 24. juni, Arena Katowice
Føroyar - Danmark 32-41 (17-20)

1. Danmark 6 stig *
2. Føroyar 4 stig *
---------------------
3. Frakland 0 stig 
4. Rumenia 0 stig 

*Víðari

17.30: Frakland - Rumenia

(Føroyar spæla fjórðingsfinalu móti Slovenia hóskvøldið kl 17.30)

Dystargongdin:

5 min: 3-3
10 min: 5-6
15 min: 9-10
20 min: 11-13
25 min: 14-16
30 min: 17-20
35 min: 18-22
40 min: 22-27
45 min: 25-29
50 min: 27-32
55 min: 30-36
60 min: 32-41


Føroysku málskjúttarnir:
Óla Jákup Gaard Olsen: 6 - dagsins spælari
Rókur Ziskason: 3
Búi Djurhuus Poulsen: 4
Tróndur Johnsson: 3 
Óli Mittún: 3 (3)
Trúgvi Hávardsson: 3 - flest upplegg
Rói Hjaltason Seyer: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 2
Tóki Friðriksson: 2
Eyðbjørn Heini Danielsen: 1

Bjargingar:
Torstein Sivertsen: 8 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder