Fótbóltur

Olaf Bárðarson gjørt sáttmála við Sandnes Ulf

Verður nú liðfelagi hjá Gullbrandi Øregaard í næstbestu norsku fótbóltskappingini.

Olaf Bárðarson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Olaf Bárðarson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-14 13:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

22 ára gamli gøtumaðurin, Olav Bárðarson, hevur nú gjørt avtalu við norska felagið Sandnes Ulf, sum spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Obos ligaen.

Harvið fer ungi áleyparin framhaldandi at spæla í ljósabláum, eins og hann hevur gjørt í barndómsfelagnum, Víkingi.

- Olav er ein kvikur áleypari, ið trívist væl bæði í millumrúminum og breitt á vøllinum. Hann er dugnaligur til at órógva og er ein sera skapandi spælari. Vit rokna við at fáa nógv málstig frá Olafi í komandi kappingarári.

Soleiðis sigur høvuðsvenjarin hjá Sandnes Ulf, Arturo Cleveland, við heimasíðuna hjá felagnum, ið júst er flutt upp aftur í Obos ligaen eftir eitt ár í triðbestu deildini.

[object Object]
Olaf Bárðarson í ljósabáu troyggjuni hjá Sandnes Ulf (Mynd: sandnesulf.no)

Sjálvur sigur Olaf, at hann er sera spentur at koma í gongd í Sandnes. Eftir at hava vant við felagnum í nakrar vikur, hevur hann fingið eitt gott inntrykk av felagnum, og kennir seg væl móttiknan.

- Mær dámar at leypa á, at bjóða mótspælarunum av og skapa málmøguleikar fyri liðið. Eg vóni, at eg kann vera við at Sandnes Ulf kann fáa eitt gott kappingarár í Obos liguni, sigur Olaf Bárðarson við heimasíðuni hjá felagnum.

Olaf Bárðarson hevur meir ella minni verið fastur maður á Víkingaliðnum seinastu seks árini. Hann hevur spælt við øllum ungdómsliðunum, men hevur framvegis sín fyrsta dyst á A-landsliðnum til góðar.

Olaf verður ikki einsamallur føroyingur hjá Sandnes Ulf. Eitt ár eldri føroyingurin, verjuleikarin Gullbrandur Øregaard, sum er uppvaksin í Noregi, hevur í longri tíð verið fastur maður á liðnum hjá Sandnes Ulf. Gullbrandur hevur eisini spælt fleiri ungdómslandsdystir fyri Føroyar, og er skrásettur fyri ein landsdyst, tað var vinardysturin í Georgia í summar tá hann spældi allan dystin í verjuni.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder