Víkingur endaði kappingarárið við heili 13 sigrum á rað, og annað árið á rað stóð liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen við silvurkrónunum í Betrideildini.
Ein av fyrstu atgerðunum hjá venjaranum, eftir at hann tók yvir hjá besta liðnum í Sarpugerði, var at seta blaðunga Olaf Bárðarson á liðið. Spennandi vinstri vongurin gjørdi skjótt vart við seg, og hevur hann staðið fyri nógvum málstigum seinastu stóru trý árini. Samanlagt hevur hann spælt 97 dystir fyri besta liðið, sambært FaroeSoccer, og vunnið eitt steypagull.
Nakað av ivamáli var, hvørt Olaf fór at halda fram í Víkingi eftir hetta kappingarárið. Hetta mest tí at eitt uttanlandsævintýri er í tonkunum. Nú er tó greitt, at Olaf Bárðarson heldur fram í barndómsfelagnum - á pappírinum til og við 2025.
- Enn ein jólagáva í kvøld Olaf Bárðarson hevur eisini longt sáttmálan við Víkingi við tveimum árum. Vit gleðast um, at enn ein av okkara leikarum heldur fram í Sarpugerði.
Soleiðis skrivaði Víkingur á heimasíðu sínari seint í gjárkvøldið. Harvið heldur ein av umráðandi álopskendu spælarunum unddir framgongini fram, eins og sentrali miðvallarin Geza David Turi ger.
Sí eisini: Geza heldur fram í Víkingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald