FSF: – Fótbóltsárið hevur sum heild verið ordiliga gott, og at enda árið við hesum heiðurinum, eri eg sera glaður fyri, sigur Olaf Bárðarson við heimasíðuna hjá FSF.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, og tá talt var saman fyri oktober, hevði arbeiðssami víkingurin fingið flestar atkvøður.
Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum, vóru Poul Kallsberg úr Víkingi, Bartal Páll Klein úr B68, og Árni Frederiksberg úr KÍ.
Fyri heiðurin, sum besti spælari í oktober, fekk Olaf Bárðarson eitt gávubræv upp á 1.000 krónur, ið er latið av Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald