Ólavur Mikkelsen verður nú hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen hjá Betri monnum. Hesum boðar Víkingur frá í dag.
Talan er als ikki um eitt ókent navn í føroyskum fótbólti. Ólavur spældi júst 100 dystir í Betrideildini fyri barndómsfelagið Skála, og hartarbeiðandi miðvallarin hevur eisini 18 steypadystir og yvir 100 dystir í 1. deild á sínum CV.
Sum ungur venjari hevur strandingurin staðið seg heilt væl. Í 2020 leiddi hann næstbesta liðið hjá Skála til gull í 2. deild - tað gjørdist tó ikki talan um uppflyting, tí besta liðið ta árið futti niður úr Betrideildini. Síðani gjørdist Sarpugerði heimavøllur hjá Ólavi, og bæði í 2021 og 2022 leiddi hann næstbesta lið felagsins til 2. pláss í 1. deild - í ár við 55 stigum, ið var bert eitt stig færri enn gullvinnarin ÍF, og við 81 skoraðum málum.
Síðani síðsta summar hevur nú 30-ára gamli Ólavur Mikkelsen tikið A-skeiðið, og fekk hann fyri stuttum A-venjaraprógv. Umframt at vera venjari hjá 1. deild monnum, so hevur Ólavur eisini verið ein av høvuðsungdómsvenjarunum í Víkingi, og var hann eisini við til evropeisku útidystirnar og til steypafinaluna.
Tvøramaðurin Rasmus Nolsøe hevur verið hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen í ár, og tað er hann, sum Ólavur Mikkelsen avloysir
- Víkingur vil takkað Rasmusi fyri tað stóra arbeiði hann hevur gjørt sum hjálparvenjari, og vit ynskja honum alt tað besta framyvir
Rasmus Nolsøe, ið eisini hevur verið hjálparvenjari hjá Heimiri Guðjónssyni, hevur seinasta árið verið hjálparvenjari hjá Jóhan Petur Poulsen
Brandur Jacobsen saman við nýggja 1. deildarvenjaranum í felagnum, Poul N. Poulsen (Myndir: vikingur.fo)
Hetta skrivar Víkingur á Facebook-síðu sínari, og tað var eisini har, at felagið fyri løtu síðani boðaði frá, hvør kemur at avloysa Ólav Mikkelsen sum 1. deildarvenjari í 2023:
- Poul er vágbingur, men er búsitandi á Skála, har hann eisini hevur verið venjari í fleiri ár, tó hevur hann seinast verið venjari hjá Betri kvinnum hjá NSÍ. Poul hevur UEFA B-licens, sum er næsthægsta venjaraútbúgving, ein kann taka í Føroyum.
36-ára gamli Poul N. Poulsen spældi beint yvir 200 dystir á hægsta støði í Føroyum, og sum venjari hjá NSÍ-kvinnunum seinastu árini hevur úrslitið verið tvey silvurheiðursmerki í Betrideildini og eitt steypagull. Nú skal hann royna at flyta ungu víkingarnar víðari.
Tøl: Farosoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald