2019-11-05 11:30
Norðlýsið kunngjørdi í gjárkvøldið, at Ólavur Niclassen heldur fram í KÍ. Vinstrabeinti verjuleikarin, ið er miðverji og vinsri bakkur, spældi 17 dystir í Betrideildini í farna kappingarárið.
Harvið átti U21-landsliðsleikarin sín leiklut í FM-heitinum, og í FM-finaluni átti hann frálíka uppleggið til málið, ið Páll Klettskarð legði KÍ á odda við. Tilsamans hevur Ólavur spælt 53 dystir í Betrideildini, sambært FaroeSoccer.
Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald