Fótbóltur

Ólavur Larsen leingir við ÍF

Fuglafirðingar tryggja sær høvuðsvenjaran til og við kappingarárið 2022.

Ólavur Larsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ólavur Larsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-03 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høvuðsvenjarin á besta mansliðnum hjá ÍF, Ólavur Larsen, hevur longt um sáttmálan.

Hesum boðar felagið frá í dag.

Ólavur Larsen er lokalur, og hevur verið venjari hjá ÍF ú ymsum aldursbólkum og hjá báðum kynum nætan óavbrotið síðani 2002. Í 2018 fór hann í undir UEFA A-venjaraútbúgvingina og í desember 2020 var útbúgvingin lokin.

Talan er um nýggjan fulltíðar sáttmála, um er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022.

[object Object]Georges Rouah, formaður í ÍF og Ólavur Larsen, høvuðsvenjari (Mynd: ÍF) 

Ólavur Larsen fer eisini at røkja aðrar uppgávur í felagnum aftrat uppgávuni sum høvuðsvenjari. Eftir at sáttmálin var undirskrivaður í dag, segði Ólavur í stuttari viðmerking, at hann var væl nøgdur við samstarvið og vónaði at kunna halda áfram við at flyta felagið rættan vegin fram, í tøttum samstarvið við nevnd, venjarar, hjálparfólk og trúgvu ÍF fjeppararnar, skrivar if.fo.

Besta mansliðið hjá fuglfirðingum hevur fingið eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, og liggur aftaná trý umfør á øðrum plássi við sjey stigum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder