Annað

Ólavur og Urbanus føroyameistarar í billard

Oddaliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag gjørdist føroysmeistari fyri lið .

2025-03-30 14:28 Author image
Jan Müller
placeholder

Eingin ivi var um, at tað vóru klaksvíkingar, sum fóru við FM heitinum fyri lið í billard í hesum kappingarárinum, somikið væl hava teir spælt heilt frá byrjan. Við 60 stigum og 28,11 eygum í meðal  og 14 stigum frammanfyri Havnar Billardfelag tóku Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen gullið.

[object Object]

[object Object]

Silvurvinnari gjørdist Havnar Billardfelag 1 við Jógvan Jørgensen og Per Hansen og 46 stigum og 23,98 eygum í meðal, og á 3. plássi kom Tvøroyrar Billardfelag við 39 stigum og 21,04 eygum í meðal  mannað við Páll Hera Nolsøe og Tórða Holm. Fuglfirðingar gjørdust nr. 4,  klaksvikingar nr. 5 og liðið á Skálafjrøðinum nr. 6. 

[object Object]

[object Object]

Hyggja vit eftir einstøku úrslitunum í allari liðkappingini, so varð tað oddaspælarin á Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe, sum gjørdist bestur samanlagt. Hann hevði 34 stig og 33,04 eygu í meðal. Í hølunum á honum kom Ólavur Kjølbro við 33 stigum og 32,56 eygum í meðal. Urbanus Olsen tók triðja plássið við 27 stigum og 24.5 eygum í meðal. Tó hevði Kristian Sune Høgnesen eisini úr Klaksvíkar Billardfelag eitt betri meðaltal við 25,45 eygum. Besta einstaka umfarið átti Páll Heri Nolsøe við 286 eygum. 

[object Object]

[object Object]

Havnin vann 2. deild

Næstbesta liðið hjá Havnar Billardfelag gjørdist vinnari av 2. deild við 66 eygum og einum meðaltali uppá 18,59. Tað mannaðu Niels Nielsen og Hans Jákup Kollsker.  Nr. 2 gjørdist Tvøroyrar Billardfelag 2 við 59 stigum og 15,92 eygum í meðal. Liðið mannaðu Max Rassussen og Bjarni Thomsen. Nr. 3 gjørdist Havnar Billardfelag 3 við 48 stigum og 13,79 eygum í meðal. Liðið mannaðu Carsten Hansen og Jákup Nolsøe.  Nr. 4 gjørdist Klaksvíkar Bilalrdfelag 4 við 37 stigum, nr. 5. Havnar Billardfelag 4 við 22 stigum og aftast í 2. deild gjørdist Skálafjarðar Billardfelag við 8 sitgum.

Besti einstaki spælari í 2. deild varð Niels Nielsen við 21,04 eygum. Næstur honum var Max Rasmussen av Tvøroyri við 18,77 eygum. Nr. 3 var Hans Jákup Kollsker við 16,41 eygum. 

[object Object]

[object Object]

Fuglafjørður vann 3. deild

Fugjafjørður vann 3. deild við einum meðal uppá 11,7 eygu, mannað av Njáli Petersen og Øssuri Hentze, nr. 2 gjørdist  Tvøroyri við 10,2 í meðal  og nr. 3 Havnar Billardfelag. við 10,3 í meyal. 

[object Object]

FM kappingin fyri einstaklingar verður í Fuglafirði 25. og 26. apríl. Tá verður eisini aðalfundur í Billardsambandinum. 

[object Object][object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder