Fótbóltur

Ole Gunnar Solskjær er loksins komin í nýtt venjarastarv

Norðmaðurin hevur skrivað undir við Besiktas, ið javnan skiftir venjara. Í Istanbul skal Solskjær millum annað dystast við José Mourinho.

Solskjær kom til Istanbul í gjár og hevur nú stórt arbeiði fyri framman

Solskjær kom til Istanbul í gjár og hevur nú stórt arbeiði fyri framman

2025-01-18 16:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá desember 2018 til november 2021 var hann høvuðsvenjari hjá felagnum, sum hann í 1999 endaliga tryggjaði The Treble við máli í evstu løtu í Champions League-finaluni. Manchester United segði Ole Gunnar Solskjær úr starvi fyri 38 mánaðum síðani, men nú stígur 51-ára gamli norðmaðurin av álvara inn í venjaraheimin aftur.

Og tað er ikki ein lítil avbjóðing, sum hann nú hevur tikið við. Besiktas er eftir 18 umfør í turkisku "Super Lig" á 6. plássi við 30 stigum. Ikki nøktandi hjá stórfelagnum úr størsta býnum, og talan er eisini um eitt felag, ið ofta skiftir venjarar:

Samanlagt 29 hesa øldina og bara síðani 2020 er talan um 10 ymiskar høvuðsvenjarar.

Nú skal Ole Gunnar Solskjær, sum kom til Istanbul í gjár, royna at venda skútuni. Besiktas hevur tveir dystir eftir í Europa League-deildarspælinum og kann harvið framvegis spæla seg víðari har. 

[object Object]
Ole Gunnar Solskjær noyddist at takka fyri seg sum venjari hjá Manchester United í november 2021. Tá hevði tað gingið illa í eina tíð (Mynd: EPA)

Í turkisku deildini skal Solskjær millum annað stríðast við ein annan fyrrverandi Manchester United-venjara, José Mourinho. Portugisin stýrir einum øðrum stórum Istanbul-felagið: Fenerbache.

Sambært Fabrizio Romano er talan um ein sáttmála, sum er galdandi til á sumri næsta ár - so er spurningurin, hvussu tolið í turkiska felagnum er.

Sambært norskum miðlum verður Erling Moe hjálparvenjari hjá Solskjær. Tað var hann eisini í nøkur ár í Molde. Síðani varð Moe høvuðsvenjari, har hann millum annað hevur vunnið norska meistaraheitið (2022) og verið nær við at verið sligin út av KÍ í 3. umfari í Champions League árið eftir. Í sínum seinasta dysti taptu Erling Moe og Molde fyri Fredrikstad í norsku steypafinaluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder