Fótbóltur

Olga Kristina Hansen aftur á liðnum

Einasta broytingin í mun til 0-2 dystin móti Hvítarusslandi er, at roynda Olga Kristina Hansen avloysir Juliu Naomi Mortensen, ið ikki er við í Wales.

Olga Kristina Hansen, sum her dystast við høgra bakkin, Sannu Svarvadal, til venjing, byrjar inni á sentrala miðvøllinum (Mynd: FSF)

Olga Kristina Hansen, sum her dystast við høgra bakkin, Sannu Svarvadal, til venjing, byrjar inni á sentrala miðvøllinum (Mynd: FSF)

2020-10-22 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

John Petersen, landsliðsvenjari, hevur valt tær fyrstu 11, sum skulu byrja EM undankappingardystin móti Wales - ein dystur sum verður bríkslaður í gongd á Rodney Parade í býnum Newport um ein tíma.

Liðið, sum byrjar á vøllinum móti Wales, er í stóran mun hitt sama, sum byrjaði á heimavølli móti Hvítarusslandi í seinasta dysti. Ein broyting er tó við tað, at Olga Kristina Hansen aftur er við frá byrjan á føroyska miðvøllinum. Hetta hevur FSF fyri løtu síðani kunngjørt:

Føroyar (4-1-4-1)
Óluva Joensen (KÍ) - Sanna Svarvadal (KÍ), Jacoba Langgaard (ÍVB), Birita Ryan (KÍ), Ásla Johannesen (FC Nordsjælland - L) - Elisabet Vang (B36) - Sara Samson Lamhauge (HB), Kára Djurhuus (HB), Olga Kristina Hansen (B36), Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (ÍVB) - Heidi Sevdal (HB)

Olga Kristina hevur spælt 55 landsdystir. 30-ára gamli leikarin var ikki við í seinasta mánaði. B36-miðvallarin avloysir Juliu Naomi Mortensen, sum ikki er við í Wales.

Dysturin móti Wales byrjar kl. 16.30, og vit dagføra eisini á forsíðu okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder