Tað var nakað av spenningi undan dystinum millum B36 og AB/B71 á Ovara vølli í Gundadali klokkan hálvgun eitt.
Leikliga er hin dysturin í bestu kvinnudeildini í dag, Víkingur-HB, meira spennandi, men ælabogalitta liðskiparabandið, sum hevur verið umrøtt seinastu dagarnar gjørdu, at eyguni vórðu vend móti Gundadali.
Men tá liðini gingu inn á vøllin var tað við Olga Kristinu Hansen á odda, og við nógv umrødda ælabogalitta liðskiparabandinum á arminum. Dómararnir gjørdu einki við málið í dag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Klokkan 15 tekur besta mansliðið hjá B36 ímóti EB/Streymi á Tórsvølli, og aftur tá verður tað við ælabogalitum. Andrias Eriksen, liðskipari, váttar fyri Portalinum, at hann fer at bera ælabogalitt-liðskiparaband.
Sum skilst fer Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, at gera tað sama.
FSF hevur boðað frá, at starvsnevndin fer at viðgera íkomnu støðuna fyrst í næstu viku.
(Tá greinin varð løgd út klokkan 13:45 var feilur í navninum á liðskiparanum hjá B36-kvinnum. Hon eitur Olga Kristina Hansen, og ikki Olga Maria Hansen, sum vit fyrst skrivaðu. Haldið okkum til góðar.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald