
Sosnowiec, Pólland (Portalurin): - Óli Mittún er eitt av heimsins størstu talentum í hondbólti.
Hetta hevur verið at hoyrt og skrivað fleiri ferðir seinastu árini, og tað varð eisini staðfest í Sosnowiec í kvøld.
Óli varð toppskjútti (11 mál) og dagsins maður í HM-hálvfinaluni, har hann ofta tók stóra ábyrgd, tá á stóð hjá Føroyum.
Tað kundi hann tó ikki, tá Føroyar fingu brotskast í seinasta sekundi av seinnu longdu leiktíðini.
Óli Mittún fekk brotskastið sjálvur, og verjuspælarin hjá Portugal fekk reytt kort fyri atgerðina.
Mynd: Sverri Egholm
Blóð, tár og seymaður á sjúkrahúsi
Blóðið fleyt, og tá hevur ein ikki loyvi at vera á vøllinum. Óli Mittún sást liggjandi á síðulinjuni, meðan Ísak Vedelsbøl tók bóltin.
Óli hevði eisini brent brotskast nakrar minuttir áðrenn, og nú skuldi Ísak royna at tryggja Føroym nýggjan finalumøguleika. Sterki portugisiski málverjin Diogo "Rema" Marques vann nærdystin.
Vónbrotið eftir at HM-plássið reyk (Myndir: Sverri Egholm)
Myndir frá endanum av hálvfinaluni
Óli Mittún varð heiðraður sum dagsins spælari. Sìðani varð hann nærum beinleiðis koyrdur á sjúkrahús.
Sárið yvir vinstra eygað var so mikið djúpt, at neyðugt var at seyma tað.
Mynd: Sverri Egholm
Sum skilst verður talan um eini tríggjar pentur. Óli Mittún burdi verið tøkur til bronsudystin móti Svøríki.
Hann verður sunnudagin klokkan 16 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald