Hondbóltur

Óli Mittún: - Spæli móti Svøríki í morgin um alt gongst væl í dag

Eg havi fingið fýra pentur, sigur HM-toppskjúttin við Portalin. - Eg skal venja seinnapartin. Um tekin ikki er um heilaskjálvta ella annað, so er tað einki problem. Sí nakrar myndir.

2025-06-28 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Tað var ein særdur Óli Mittún, sum í gjárkvøldið fór fram at taka ímóti væl uppiborna heiðrinum sum dagsins spælari í U21 HM-hálvfinaluni.

Eftir 11 mál, nógv upplegg og eina rúgvu av nærdystum noyddist Óli av vølli, tá eitt sekund var eftir av seinnu longdu leiktíðini. Eftir ófantaligt portugisiskt verjuspæl noyddist nummar 78 av vølli: Við stórum opnum sári omanfyri vinstra eygað.

[object Object]
Mynd: IHF/Kolektiff

[object Object]

[object Object]
Ein syrgin og særdur Óli Mittún hevði tó yvirskot at troysta Ísak Vedelsbøl (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún endaði á skaðastovuni eftir dramatiska dystin.

- Eg fekk fýra pentur. Eg havi tað sum so fínt nú men eitt sindur ilt.

Spurdur um hann fer at spæla í bronsudystinum móti Svøríki í morgin, sunnudagin, sigur HM-toppskjúttin soleiðis:

- Vit venja tá um 16 tíðina. Tá mugu vit fáa at síggja, hvussu støðan er. Millum annað um tað kanska er heilaskjálvti - sum eg ikki vænti, at tað er. Annars so spæli eg í morgin, vissar hann Portalin og føroyingar um.

Videosamrøða um eina løtu - soleiðis sær Óli út í dag eftir viðferðina og viðgerðina:

[object Object]

[object Object]
Óli Mittún uttanfyri spælarahotellið tíðliga seinnapartin (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder