Tað gongur betri og betri hjá IK Sävehof, Ísaki Vedelsbøl og kanska serliga Óla Mittún.
Eftir eitt heldur trupult tíðarskeið kring kunngerðina av skiftinum til GOG, hevur stóri álopsprofilurin hjá svensku meistarunum seinastu tíðina funnið stórformin fram aftur.
Sí eisini: 13 ferðir Óli Mittún
Óli skoraði 9 mál í gjárkvøldið, harímillum sigursmálið til 32-31 í seinasta minuttinum. Hetta var, tá IFK Skövde vitjaði í Partille.
Toppskjúttin hjá heimaliðnum var týðandi undir dystinum og beinleiðis avgerandi, sum heimasíða felagsins vísir á.
Ísak Vedelsbøl skoraði eit mál í eitt-máls sigrinum, ið sendir Sävehof upp á 2. plássi í Handbollsligaen, nú 13. umfør eru spæld.
Tað er tó tætt millum liðini. Rói Ellefsen á Skipagøtu og Hallby eru fýra stig aftanfyri Sävehof - og Hallby er nummar 9.
Støðan í fremstu svensku deildini sæst her
Í gjár endaði við heimatapi fyri Malmö (28-32). Rói vísti seg tó væl fram og gjørdist toppskjútti hjá liðnum við seks málum. 21-ára gamli spælskiparin átti eisini nøkur upplegg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald