2022-08-14 20:10
U18 EM-endaspælið í Montenegro er av, og bestu leikarar á ymsu plássunum vórðu kosnir í dag.
Stóra føroyska stjørnuskotið Óli Mittún fekk stóran heiður. Hann var kosin MVP - most valueble player í kappingini. Tað vil siga besti leikari í kappingini, umframt at hann gjørdist toppskjútti í kappingini við 80 málum.
Spania vann finaluna 34-32 móti Svøríki. Føroyar vóru netup í bólki saman við hesum báðum liðum. Føroyar taptu 32-29 fyri Svøríki og 35-25 fyri Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald