
Hann kom sum ein drongur, ið júst varð fyltur 17. Tó við nógvum sjálvsáliti eftir sína fyrstu tíð sum vaksnamannaspælari í Føroyum - við greipu og gleimi í Hoyvík - og einum framúr góðum U18-endaspæli, har hann bæði gjørdist toppskjútti og MVP, og har Føroyar stóðu seg væl.
Stórur áhugi var eisini fyri Óla Mittún aðrstaðni enn í Partille.
Óli Mittún varð ætlaður sum menningarspælari sítt fyrsta ár í Sävehof, men felagið, sum hevði havt eyguni eftir hoyvíkinginum leingi, hevði tørv á honum í nógvum førum á fyrstaliðnum. Serliga var tað vegna skaðar - millum annað til Elias Ellefsen á Skipagøtu eitt skifti. Systkinabørnini spældu saman eitt ár í Sävehof, sum endaði við tapi í fimtu og avgerandi finaluna um sveska meistaraheiti í Kristianstad.
Elias og Óli eftir ein hálvfinalusigur í Ystad í 2023. Tað var júst Ystads, sum endaði tíðina hjá nummar 78 í svenskum hondbólti í gjár
Elias hevði tó roynt at vunnið SM, áðrenn leiðin gekk til Týsklands. Hetta var í 2021. Trý ár eftir tað, gjørdi Óli Mittún systkinabarninum kynstrið eftir. Hvirluvindurin úr Hoyvík hevði heilt stóran leiklut í 2023/2024 og var esini besti spælarin, tá alt skuldi avgerast í finalu í Ystads fyri ellivu mánaðum síðani.
Sí eisini: Óli Mittún varð dagsins maður í finaluni
Ógvuliga fegnir Sävehof-spælarar eftir meistaraheitið í fjør (Mynd: IK Sävehof)
Óli Mittún saman við familju og stuðlum eftir flotta avrikið í Ystads í fjør (Mynd: Agnar Prestá)
Í hesum kappingarárinum hevur Óli Mittún aftur havt føroyskan liðfelaga. Ísak Vedelsbøl og Óli kennast heilt væl frá U-landsliðnum.
Tað hevur tó ikki koyrt so væl hjá liðnum. Venjarin Michael Apelgren fór til Ungarn, krútsterki strikuspælarin Felix Möller til Aalborg og slíkt hevur ávirkað. Til tíðir hevur ov nógv helst ligið á unga føroyinginum, sum tó hevur havt eitt gott persónligt gott kappingarár við toppskjúttaheitinum í Handbollsæigaen. (178 mál í grundspælinum).
Tað er helst ikki heilt við síðuna at siga, at tað verður gott hjá Óla Mittún at fara eitt stig ella tvey upp nú. Svenska deildin og serliga Sävehof sum felag hava givið føroyska bakspælarnum góða menning sum spælara og eisini menniskja, men tað hann hevur víst á so ungum aldri - eisini á A-landsliðnum - prógvar dygdir til meira.
Valið, sum varð tikið á heysti í fjør, fall á GOG: Eitt av fremstu liðunum í Danmark, sum hevur eina væl betri deild. Tað verður spennandi, nú Óli Mittún tekur fetið víðari.
Óli skoraði fimm mál og legði upp til nøkur mál í sínum seinasta dysti sum Sävehof-spælari í gjár. Tað rakk júst ikki - Ystads vann fjórðu hálvfinaluna eftir longda leiktíð í Partille, har føroyingurin segði farvæl.
Sí eisini: Kappingarárið hjá Savehof av eftir longda leiktíð
Ísak Vedelsbøl heldur fram í felagnum. Teir skulu báðir spæla í seinastu EM-undankappingardystunum í mai: 8/5 í Kosovo og 11/5 við Tjarnir móti Ukraina. Eftir tað hava allarhelst báðir eitt spennandi U21 HM á skránni í Póllandi í seinnu hálvu av juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald