Hondbóltur

Óli Mittún skal aftur spæla hálvfinalur

Eingin ivi tá Sävehof í gjár vann tí triðju útav trimum í fjórðingsfinalunum móti Malmö. 18-ára gamli hoyvíkingurin varð javnsettur toppskjútti við seks málum.

Óli Mittún skoraði samanlagt 16 mál í fjórðingsfinalurøðini (Mynd: handbollskanalen)

Óli Mittún skoraði samanlagt 16 mál í fjórðingsfinalurøðini (Mynd: handbollskanalen)

2024-04-12 10:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

IK Sävehof var stórfavorittur undan fjórðingsfinalunum í bestu svensku deildini, og teir í gulum og svørtum lótu ongan iva vera um, at teir eru nakað betri enn HK Malmö.

Í síðstu viku varð tað +9, síðani vann Sävehof við sjey málum, og í gjárkvøldið var munurin heili 10 mál í Partille. Harvið 3-0 og hálvfinaluplássið er heima.

Báðir hálvleikirnir endaðu 17-12. Óli Mittún skoraði seks mál og varð harvið javnsettur toppskjútti í dystinum. 18-ára gamli føroyski spælskiparin legði eisini upp til nøkur mál.

[object Object]
Óli Mittún í landsdysti móti Belgia. Fyrst í mai skal hann spæla HM play-off dystir fyri Føroyar - áðrenn tað eru tó fleiri týðandi dystir fyri framman fyri svenska felagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Óli verður eisini ein lykil í hálvfinalunum. Tað er ikki greitt enn, hvørjum man skal møta. Tað verður vinnarin av IFK Kristianstad og Hammarby IF. Har er 2-1 nú.

Harvið er ikki endalig greitt heldur, nær Óli Mittún og teir aftur skulu spæla. Men tað verður helst mitt í næst viku/næsta vikuskifti aftur.

Í fjør var Sävehof - tá við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu eisini - í finaluni. Tað endaði tó við tapi fyri Kristianstad eftir fimm dramatiskar finalur, har Óli var dagsins spælari í onkrari av teimum.

Týsdagin 23. apríl spælir Sävehof móti Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg Handewitt í fyrru hálvfinaluni í European League. Hon verður í Partille.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder