Óli Mittún var ein av allarstørstu stjørnunum í svenskum hondbólti síðsta kappingarár, og tað sær ikki út til at vera nakað øðrvísi hesu megin summarferiuna.
Fyrst komu ungu føroyski bakspælarin og liðfelagarnir víðari móti Malmö í steypakappingini, og svensku meistararnir hava nú vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir í landskappingini.
Óli Mittún hevur skorað seks mál í øllum trimum dystunum, umframt skapt nógv. Nummar 78 gekk aftur á odda á heimavølli móti Alingsås í gjárkvøldið, tá Sävehof vann 30-21.
19-ára gamli hoyvíkingurin varð toppskjútti. Ísak Vedelsbøl er nú eisini liðfelagið hjá Óla í IK Sävehof. Sterki strikuspælarin skal finna seg til rættis í Svøríki. Hann kom ikki á máltalvuna í gjár.
Ísak, Óli og Sävehof spæla aftur móti Malmö í 4. umfari sunnudagin klokkan 16, Hetta er á heimavølli í Partille
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald