Annað

Óli Mortensen leggur brillurnar á hillina

23 ára gamli svimjarin gevst. Nú fer hann at royna eitt lív uttan svimjing.

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-11-03 19:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

103 gullheiðursmerki kom Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag uppá. Føroyameistarastevnan, sum um vikuskiftið hevur verið í Svimjihøllini í Gundadali var síðsta kappingin í Føroyum, sum Óli Mortensen luttók í.

Hesum boðaði hann frá í práti við 3-2 í sjónvarpinum, sum sendi beinleiðis.

- Eg skal vera pápi næsta ár, og tá fara tankarnir aðrastaðni enn til svimjing. Eg vil gjarna vera klárur til tað, og fokusera uppá tað og uppá skúlan, og tá er ikki nógv tíð eftir til svimjing, segði Óli Mortensen.

Tað hevur verið ein torfør avgerð at taka, tí svimjing hevur fylt nógv.

- Eg minnist ikki eitt lív uttan svimjing. Men eg síggi fram til at prøva eitt lív uttan svimjing, men avgerðin hevur verið tung, segði Óli Mortensen við 3-2.

Óli Mortensen hevur í øllum førum eina kapping eftir, sum er DM fyri lið. Enn er avgerð ikki tikin um hann fer at luttaka í EM.

Undan hesari kappingini setti Óli Mortensen sær fyri at koma uppá hundrað heiðursmerki, og tað eydnaðist. Seinasta heiðursmerkið kom í síðstu kappingini á stevnuni, liðsvimjingini, har hann og liðfelagar trygt vunnu gull.

Havnar Svimjifelag vann hesa stevnuna 27 gull, 19 silvur og 22 bronsur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder