Fótbóltur

Óli og Elias spæla ikki móti Noreg

Føroyar blanda kortini í dag, nú stutt er til dystin móti Danmark. Fyrstavalið á vinstra vongi, Leivur Mortensen, verður eisini millum áskoðararnar, meðan Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen og Helgi Hoydal koma inn í hópin.

Systkinabørnini, sum her síggjast fegnast eftir søguliga javnleikin móti Noreg til EM í fjør, verða spardir í dag. Tað verður Sande Sagosen eisini hjá Noreg - dysturin byrjar klokkan 15.45 (Mynd: EHF)

Systkinabørnini, sum her síggjast fegnast eftir søguliga javnleikin móti Noreg til EM í fjør, verða spardir í dag. Tað verður Sande Sagosen eisini hjá Noreg - dysturin byrjar klokkan 15.45 (Mynd: EHF)

2025-11-01 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær berandi kreftirnar í føroysku bakketuni, sum vanliga geva øllum verjum høvuðbrýggj, fara at hyggja at allar 60 minuttirnar móti Noreg.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún verða ikki á dómaraseðlan til dystin móti Golden League-vertunum klokkan 15.45.

Umframt systkinabørnini, situr fyrstavalið á vinstra vongi, Leivur Mortensen, eisini uttanfyri. Hetta hevur Portalurin fingið váttað.

Eisini er greitt, at norðmenn spara størstu stjørnuna, Sander Sagosen, umframt Kiel-liðfelagin hjá Eliasi, Harald Reinkind. Tað var hann, sum misti bóltin í avgerandi løtu í Berlin á sinni.

[object Object]
Harald Reinkind og Göran Johannesen eftir at brotskast er dømt í støðuni, tá nummar 27 misti bóltin til Kiel-liðfelagan 

[object Object]Hvørki Reinkind ella Mittún yngri spæla í dag (Savnsmyndir: Sverri Egholm)

Spara stjørnuspælararnir í bakketuni

Føroysku venjararnir vilja helst royna onnur ting, og spælarar, ið vanliga ikki spæla so nógv ella sum eru nýggir á landsliðnum, skulu framat at royna seg móti sterkari mótstøðu.

Tað er eisini stutt til dystin móti Danmark. Hesin byrjar klokkan 13 í morgin, og tað er eingin ivi um, at uppgerðin við ferfaldu heimsmeistararnar hevur høga raðfesting. 

Óli Mittún spældi eisini so at siga fulla tíð hóskvøldið. Mest vandamikli spælarin í tepra tapinum fyri Niðurlondum hevur eisini spælt nógvar dystir fyri GOG upp til Golden League.

Sí eisini: Óli Mittún og Pauli Jacobsen skaraðu framúr

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi illa í 1. hálvleiki - betri var í løtuni eftir steðgin tá hann avloysti yngra systkinabarnið. Kiel-spælarin var tó eisini merktur av harða stoytinum, sum hann fekk eftir bert tveir minuttir. Beinið hjá dagsins spælara hjá Niðurlondum, Lars Koiij, rakti beint omanfyri høgra knæ hjá Eliasi á Skipagøtu. Nummar 71 noyddist út í nøkur álop, sambært reglunum, og talan er um ein snudd, sum órógvar nakað.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu var javnan við avgerðir dómarans móti Niðurlondum, sum eisini fóru útum linjuna nakrar ferðir. Føroyski spælskiparin fekk ov sjálvdan tingini at eydnast (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var annars Elias á Skipagøtu, sum tryggjaði Føroyum søguliga og minniliga javnleikin í Berlin í januar í fjør - sí afturlit her

Broytingarnar merkja, at teir tríggir, sum ikki vóru á dómaraseðlanum hóskvøldið, vera tað í dag. Talan er um teir royndu Róa Berg Hansen, Kjartan Johansen og Helga Hildarson Hoydal. Allir eru frá sama árgangi, og spældu Kjartan og Helgi í fleiri ár í Noreg. Hetta verða fyrstu landsdystirnir hjá teimum báðum í longri tíð.

2. umfar í Golden League í Tróndheimi
Í dag, leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar (KVF og TV2 Sport/TV2 Play)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder