2018-11-02 07:17
Óli Mortensen svam seg í gjár til eitt bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 7:54.64.
Alexander Aslak Nørgaard vann gull við 7:42.73 og Mikkel Gadgaard bronsu við 7:52.08.
Tíðin hjá Óla var hansara næstbesta nakrantíð, har hin besta er 7:53.68 frá DM á stuttgeil í fjør.
Alvi Hjelm og Frans Johannessen vóru báðir tveir eisini í hylinum í dag. Alvi gjørdist nummar 12 í 200 metrar ryggsvimjing við tíðini 2:07.70, sum er hansara næst besta persónliga tíð, meðan Frans gjørdist nummar 5 í 50 metrar bringu við tíðini 28.82 sek.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald