Hondbóltur

Óli við í flottum sigri í Póllandi - Hákun og teir fyri fyrsta Champions League-tapinum

Óli Mittún skoraði fimm mál og legði upp seks ferðir, tá GOG vann í evstu løtu móti Wisla Plock. Hákun West av Teigum skoraði uppá báðar sínar málroyndir, men Füchse stríddist uttan Gidsel í Noreg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-12-04 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir føroyingar vóru í eldinum í kvøld, tá 10. umfari í bólkaspælinum í Champions League var á skránni. 

Bæði Hákun West av Teigum og Óli Mittún vóru á útivølli, men tað var ógvuliga ymiskt, hvussu tað gekst.

Füchse Berlin hevði fult stigatal undan umfarinum men uttan skadda Mathias Gidsel koyrdi spælið ikki eins væl og vanligt, og Kolstad vann við vælspælandi Andreas Palicka í málinum. Norska meistaraliðið hevði bert vunnið ein dyst í ársins Champions League-dysti áðrenn.

Hákun West av Teigum gjørdi tó sítt - við tveimum málum uppá tvey skot - og  Füchse Berlin er framvegis á fyrsta plássi í sínum bólki, nú fýra umfør resta í. Nummar eitt og tvey koma beinleiðis til fjórðingsfinalurnar.

Sí støðurnar her

GOG er nærri at tryggja sær pláss í áttandapartsfinalunum (play-off umfarinum) eftir flottan sigur í Póllandi. Liðið av Fjóni var betri í 1. hálvleiki og stóð ímóti trýstinum til endans. Í síðsta álopinum skoraði afturvendi høgri vongurin, Oskar Vind, úr ógvuliga spískum, og so kundu teir hjá GOG fegnast um 35-34 sigur.

Óli Mittún var við í síðsta málinum, og nummar 78 legði sum heild stórt trýst á verjuna hjá Wisla. 20-ára gamli føroyingurin skoraði fimm ferðir og legði upp til flest mál í dystinum - seks - og gjørdi harvið av álvara vart við seg aftur í Champions League; sama dag sum systurin av álvara skein á stórum HM-palli móti Serbia.

Sí hæddarpunkt frá dystinum hjá GOG ovast ella á Youtube-rásini hjá IHF. Okkurt snilt upplegg hjá Óla sæst tíðliga í tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder