ÍSF fer aftur í ár at heiðra teimum, sum á serstakan hátt hava gjørt eitthvørt innan føroyska ítrótt.
Handanin verður á gallatiltaki í Müllers Pakkhúsi leygarkvøldið 28. desember. Í ár verður tiltakið størri við enn fleiri heiðurslønum.
Umframt Heiðursskjal Poul E. Petersen, sum verður latið persóni, sum gjøgnum mong ár hevur gjørt sjálvboðið arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt, verða eisini heiðurslønir innan hesar bólkar:
Ársins ÍtróttaNAVN
Ársins ÍtróttaÁTAK
Ársins ÍtróttaSAMBAND
Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT
Ársins ÍtróttaFELAGI
Føroya fólk kannn eisini verða við og gera sína ávirkan galdandi. Um tú veitst onkran persón ella eitt átak, sum hevur uppiborið heiðurin sum ársins ÍtróttaÁTAK, ÍtróttaFELAGI ella ELDSÁL (Poul E. Petersen), so ber til at fara inn á heimasíðuna hjá ÍSF og senda uppskot inn til hesar heiðrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald