Fótbóltur

Øll toppfimm liðini vunnu sínar dystir

KÍ er nú komið upp á 40 stig.

Boris Dosljak skoraði heili tvey mál í 4-0 sigrinum á ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boris Dosljak skoraði heili tvey mál í 4-0 sigrinum á ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-20 22:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir báðir seinastu dystirnir í fjúrtanda umfari í bestu mansdeildini í fótbólti vóru leiktir í dag. KÍ og Víkingur vunnu tryggar sigrar ímóti nummar sjey og átta á stigatalvuni.

Stigatalvan er tí lítið broytt í oddinum. Víkingur kemur upp aftur á annað pláss við 28 stigum, men tað er langur vegur upp til KÍ, sum nú hevur 40 stig.

Umfarið byrjaði hósdagin, tá HB tók ímóti TB á Ovara vølli í Gundadali. Gestirni fingu ikki eitt beint til jørðina fyrstu tjúgu minuttirnar, tá HB-maskinan skoraði 4-0 mál. Úrslitið gjørdist 6-0.

Fríggjakvøldið var spennandi grannauppgerð við Løkin í Runavík millum NSÍ og B68. Nógv mál komu í dystinum, og ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat tryggjaði Mórits Heini Mortensen runavíkingum fult stigatal, tá hann skoraði til 4-3.

Á Eiði var stevnudystur í gjárkvøldið, har EB/Streymur tók ímóti B36. Teir hvítu úr Gundadali lótu ongan iva vera og vunnu dystin 4-0.

Seinastu dystirnir í umfarinum vóru leiktir í dag. Í Norðragøtu var 07 Vestur á vitjan hjá Víkingi, og ungu víkingarnir vunnu trygt móti vágamonnum. KÍ er ikki til at steðga, og hóast klaksvíkingar høvdu ringt við at fáa hol á, so endaðu teir við at vinna 4-0 móti fuglfirðingum, sum vóru á vitjan.

KÍ - ÍF 4-0 (1-0)
43’ Boris Dosljak 1-0
65’ Boris Dosljak 2-0
71’ Bob Sumareh 3-0
83’ Claes Kronberg 4-0

Víkingur - 07 Vestur 4-1 (3-1)
11’ Olaf Bárðarson 1-0
19’ Olaf Bárðarson 0-2
42’ Sølvi Vatnhamar 0-3 (br.)
45’ Sjálvmál 3-1
77’ Jákup Johansen 4-1

EB/Streymur - B36 0-4 (-01)
29’ Hugin Samuelsen 0-1
46’ Hannes Agnarsson 0-2
63’ Hugin Samuelsen 0-3
69’ Benjamin Heinesen 0-4

NSÍ - B68 4-3 (3-2)
7’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
25’ Lukasz Cieslewicz 1-1 (br.)
28’ Andri Benjaminsen 1-2
38’ Petur Knudsen 2-2
41’ Petur Knudsen 3-2
80’ Aleksandur Jensen 3-3
90’ Mórits Heini Mortensen 4-3

HB - TB 6-0 (4-0)
3' Mikkel Dahl 1-0
10' Pætur Petersen 2-0
15' Bartal Wardum 3-0
22' Mikkel Dahl 4-0
79' Hilmar Leon Jakobsen 5-0
81' Mikkel Dahl 6-0


Støðan í Betri deildini

1. KÍ 40 stig (14 dystir)
2. Víkingur 28 stig (13 dystir)
3. HB 27 stig (13 dystir)
4. NSÍ 24 stig (14 dystir)
5. B36 23 stig (13 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (13 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (13 dystir)
9. B68 6 stig (13 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder