2022-01-13 09:36
- Føroya Fimleikasamband má tíverri boða frá, at fimleikafagnaðurin, sum upprunaliga skuldi vera í oktober 2021, og síðani bleiv útsettur til februar 2022, er endaliga avlýstur.
Soleiðis ljóða boðini frá fimleikasambandinum í morgun. Orsøkin er koronastøðan í Føroyum, og tey tilmæli sum eru galdandi.
Sostatt metir Føroya Fimleikasamband, at skilabest er at avlýsa fimleikafagnaðin hesaferð, og næsti fimleikafagnaður verður tí á heysti 2023.
Kunning um endurrindan av atgongurmerkjum verður send umvegis Norðurlandahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald