Hondbóltur

Ongland fyri eyðmýking á heimavølli móti Ungarn

Við 4-0 sigri á Molineux syrgdi Ungarn fyri størsta tapinum, ið onglendingar hava verið fyri á heimavølli í 94 ár. Ungarn er oddalið í "deyðans bólki" í deild A í Nations League - í hinum dystinum í bólkinum vann Týskland 5-2 á Italia.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-06-15 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongland hevur ikki so góðar royndir við Ungarn í mansfótbólti á hægsta stigi - í øllum førum eru nakrir ósigrar, ið eru heilt minniligir.

Ungarsku stórsigrarnir á Onglandi í 1950'unum eru kendir - 6-3 á Wembley í 1953 og 7-1 í Budapest árið eftir. Ungarn var í fyrru hálvu av 50-árunum so at siga ikki til at vinna á, og við leikarum sum Puskas, Kocsis, Bozsik (allir úr stórfelagnum Honved) og "falska áleyparanum" Nandor Hidegkuti og einum kollveltandi leikhátti festu "The Mighty Magyars" seg í fótbóltssøguna. Eftir greiðu ósigrarnar var tað sjálvranssakan í Onglandi, og tað hevur tað eisini verið eftir dystin landanna millum í gjár.

Nations League-bólkurin í deild A byrjaði við einum skelki leygarkvøldið 4.juni: Ongland tapti 1-0 í Budapest. Síðani spældi Ongland javnleikir móti Týsklandi og Italia, har eitt stig í Týsklandi varð mett at vera meira góðtikið enn tann á heimavølli móti einum eykakendum Italiu-liðið.

Tríggjar dagar seinni, í gjár, fekk Ongland ein uppaftur størri niðurtúr. Roland Sallai skoraði eftir eitt korter, og seinastu tjúgu minuttirnar gekk heilt galið hjá heimaliðnum: Sallai økti, Nagy skoraði til 3-0, tá tíggju minuttir vóru eftir, so fekk John Stones fekk beinleiðis reytt, og í 89. minutti gjørdist eyðmýkingin fullkomin.

Tað endaði 0-4 á Molineux, teir áskoðarnir, ið vóru eftir, buh'aðu eftir ensku leikarunum og Southgate, sum eisini hava verið sáplaðir niður í ensku miðlunum í dag. Stór spurnartekin eru sett við, um Ongland - eftir tvey stig í fýra stigum og ringasta tapið á heimavølli síðani 1928, tá Skotland vann 5-1 á Wembley - er næ námind á rættari kós, nú beint yvir fimm mánaðir áðrenn HM-endaspælið.

Ongland er aftast í bólkinum, og Ungarn er ógvuliga óvæntað fremst við sjey stigum. Týskland er nummar tvey og Italia nummar trý. Hetta er greitt eftir 5-2 sigurin í Mönchengladbach í gjárkvøldið, har sterka týska liðið var frammanfyri 5-0 eina løtu móti einum italskum liðið, ið tykist at hava ein niðurtúr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder