Annað

Ongland kann spæla seg víðari í dag

Three Lions eru stórfavorittar í Nizhny Novgorod.

Liðskiparin Harry Kane skoraði bæði málini ímóti Tunesia, har sigursmálini kom í yvirtíðini. Í dag er góður møguleiki fyri, at Kane verður á máltalvuni aftur.

Liðskiparin Harry Kane skoraði bæði málini ímóti Tunesia, har sigursmálini kom í yvirtíðini. Í dag er góður møguleiki fyri, at Kane verður á máltalvuni aftur.

2018-06-24 12:25 Author image
Agnar Prestá

Um stóran hálvan tíma fara liðini á vøllin í Nizhny Novgorod. Um Ongland vinnur, so er liðið víðari úr bólki G saman við Belgia. Um Panama skuldi vunnið, so gert bólkurin knappliga spennandi undan seinasta umfarinum.

Tað er tó ósannlíkt, at miðamerikanska tjóðin, ið er við til sítt fyrsta HM-endaspæl, fær nakað burturúr í dag. Hóast Panama vísti góðar taktir í 1.hálvleiki í 3-0 tapinum fyri Belgia, so eru ikki stórar vónir til liðið ímóti fótbóltsins móðurlandið. Ein sigur til Panama gevur pengarnar aftur upp til 20 ferðir hjá flestu veddingarfyrtitøkum. Tað er ikki nógv at heinta uppá enskan sigur.

Ongland tryggjaði sær sigurin í evstu løtu ímóti Tunesia. Enska spælið var sera gott fyrsta hálva tíman í tí dystinum, og nú skal liðið hjá Gareth Southgate seta seg á ein dyst aftur. 

Ein broyting er gjørd í byrjunaruppstillingi hjá Onglandi. Tottenham-leikarin Dele Alli fekk ein skaða í fyrsta dystinum, og er ikki nóg birgur at spæla í dag. Ruben Loftus-Cheek avloysti Alli mánakvøldið, og kom væl inn í dystin. 22-ára gamli miðvallarin fær í dag møguleikan frá byrjan. Panama byrjar við somu ellivu sum ímóti Belgia, har liðið fekk fimm gul kort

Dysturin byrjar klokkan 13.00, og kann síggjast hjá KVF og DR1.

placeholder