
Tað verður lagt upp til eitt meistaraligt mikukvøld í Syðrugøtu. Kaldar bjór, fish’n’chips, semifinala á stórskíggja og fesk tónleikahitt úr Bretlandi.
Bretar hava sanniliga funnið melodiin í Russlandi og tá Ongland spæla semifinalu móti Kroatia í mikudagin klokkan 19.00, verður tað varpað beinleiðis á einum risaskíggja í Syðrugøtu.
Hetta mikukvøldið verður Syðrugøta karmur um entertainment úr bestu skuffu. Kaldar bjór úr barrini og Fish’n’Chips í matarstøðunum, sum lata upp klokkan 16.00, síðan opnar Fjósið klokkan 17.00 og klokkan 19.00 verður beinleiðis fótbóltsdysturin millum Kroatia og Ongland vístur á stórskíggja.
Eftir tað verður ein av teimum størstu stjørnunum á bretska tónleikaheiminum, Rag’n’Bone Man at hoyra á Gøtusandi við sínum altjóða hittum sum Human og Skin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald