Sveis koppaði Fraklandi í brotssparkskapping til seinasta EM-endaspæl, og Ongland tapti EM-finaluna eftir brotssparkskapping. Søguliga hevur tvídysturin úr ellivu metrum ikki hólva onglendingum væl, men hesaferð gekk tað.
Ongland vísti nakrar góðar dygdir í 1. hálvleiki í vanligari leiktíð, men tað gjørdist ikki heilt vandamikið. Sveis var betri eftir steðgin, og í 75. minutti vardi Ongland illa fyri, og Breel Embolo prikaði bóltin í netið.
So var trýstið størri á Southgate og teir, og fimm minuttir seinni tók Bukayo Saka ábyrgd, rak framvið tveimum og stti bóltin í netið umvegis stongina: Gott skot við vinstra beininum, og so var 1-1.
Einki mál kom restina av tíðini, men í brotsparkskappingini skoraði Ongland fimm ferður - uppá fimm skot. Manuel Akanji, sum annars spældi ein frálíkan dyst, brendi tað fyrsta sveisiska brotssparkið: Jordan Pickford bjargaði.
Ongland í triðju endaspæls hálvfinaluni undir Southgate. So er spurningurin, um tað kemur heim og/ella fáa spælið betri.
EM 2024 fjórðingsfinalur
Í dag, leygardagin 6. juli
17.00: Ongland - Sveis 6-4 eftir brotssparkskapping (1-1 eftir vanliga leiktíð)
20.00: Niðurlond - Turkaland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald