Havnar Bóltfelag boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við áleyparan Øssur Meinhardtsson Dalbúð, sum seinastu tvey árini hevur havt sáttmála við barndómsfelagið NSÍ.
Øssur Dalbúð spældi við HB 2016 og 2017.
- Hann hevur skorað 23 mál í 38 dystum tilsamans fyri HB, og ætlanin er at hann skal leggja fleiri afturat teimum, skrivar hb.fo.
– Tað er gott at vera aftur í HB. Eg treivst væl tá eg var her seinast, so tað er sjálvsagt deiligt at vera aftur her. Felagsskapurin er góður, og tað eru nógv góð og hjálpsom fólk rundan um felagið, sum ger at ein skjótt kennir seg heima her, sigur Øssur við hb.fo.
– Tað eru fleiri orsøkir til avgerðina. HB er eitt stórt og gott felag. Eg havi verið her fyrr, og kenni felagið væl. Hartil búgva vit í Havn, so tað fer við ov nógvari tíð at koyra til Runavíkar hvønn dag til venjing. Tíð sum eg heldur vil brúka saman við familjuni, leggur hann afturat.
Sambært faroesoccer.com hevur Øssur skorað 66 mál í tilsamans 189 dystum í bestu føroysku fótbóltskappingini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald