Fótbóltur

Øssur tekur yvir á Svangaskarði

Toftamaðurin skal hava alla ítróttarliga ábyrgd hjá B68.

Øssur Hansen hevur aftur umráðandi uppgávur í barndómsfelagnum (Mynd: B68 - Tofta Ítróttarfelag

Øssur Hansen hevur aftur umráðandi uppgávur í barndómsfelagnum (Mynd: B68 - Tofta Ítróttarfelag

2019-08-27 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B68 boðaði leygarkvøldið, fáar tímar eftir 3-0 sigurin í Klaksvík, frá, at samstarvið við Svenn Ó. Olsen var endað. Gøtumaðurin kom til felagið undan kappingarárinum at standa á odda fyri besta mansliðnum og ungdómsarbeiðnum á Svangaskarði.

Í gjár kunngjørdi B68, at felagið hevur gjørt eina tvey-ára avtalu við toftamannin Øssur Hansen. Sambært felagnum skal hann vera høvuðsungdómsvenjari, høvuðsvenjari hjá besta liðnum og somuleiðis hava ábyrgd av øllum tí ítróttarliga hjá felagnum.

48-ára gamli Øssur Hansen spældi yvir 350 dystir á besta liðnum hjá B68. Maðurin við tí góða vinstra beininum leikti 51 landsdystir og skoraði tvey mál. Øssur stóð í 2013 á odda fyri besta mansliðnum hjá B68; tá var liðið eisini í 1. deild. Síðani 2017 hevur Øssur Hansen verið fótbóltsmennari hjá FSF, og hann er landsliðsvenjari hjá U17 við gentum.

B68 spælir triðja árið á rað í 1. deild, og er í løtuni á 5. plássi við 25 stigum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder