Fótbóltur

Óttast at fótbóltsspælari var í horvnum flogfari

Argentini, sum júst hevur gjørt sáttmála við Cardiff City er saknaður.

Emiliano Sala í dysti fyri Nantes (Mynd: EPA)

Emiliano Sala í dysti fyri Nantes (Mynd: EPA)

2019-01-22 10:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin gjørdi walisiska Premier League felagið, Cardiff City, sáttmála við argentinska leikaran Emiliano Sala.

Men nú bera tey ótta fyri, at spælarin er horvin í einum lítlum privatflogfari, sum hvarv í gjárkvøldið.

28 ára gamli áleyparin hevur spælt við Nantes í Fraklandi, og skuldi í gjárkvøldið fara til Cardiff í Wales sjálvur annar í einum lítlum Piper Malibu flogfari.

Men flogfarið hvarv onkustaðnis nærhendis kanaloynni Alderney.

Flogfarið lætti úr Nantes klokkan 19.15 lokala tíð og fleyt í eini hædd á 5.000 fót, tá tað setti seg í samband við flogmyndugleikarnar á Jersey og fór niður í hædd. Men tað hvarv av radaranum meðan tað var statt í 2.300 fót hædd, skrivar BBC.

Leitað varð eftir flogfarinum, men leitingin varð avblást klokkan 2 í nátt orsaka av ringum líkindum.

Emiliano Sala er dýrasti spælarin, Cardiff hevur keypt. Prísurin var 15 milliónir pund. Sala skoraði 12 mál í 19 dystum fyri Nantes í bestu fronsku deildini seinasta kappingarár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder