Annað

Ov stórur biti: Føroyar taptu bronsudystin

Svøríki vann seinnapartin 3-0 í settum móti føroysku U16 gentunum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-01-06 16:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku U16 genturnar endaðu á einum fjórða plássi í EM-kappingini, sum um vikuskiftið verður leikt í Høllini á Hálsi.

Svøríki gjørdist ein ov stórur biti í dystinum um bronsuna seinnapartin, og vann 3-0 í settum. Hetta hóast tað gjørdi spennandi í løtum, og serliga í síðsta settinum.

Tað koppaði tó til Svøríki, sum vann bronsuna við settúrslitunum 25-17, 25-20 og 25-22.

Klokkan 18:00 spæla Finnland og Danmark finalu, og klokkan 19:30 verður endahátíðarhald í Høllini á Hálsi, har steyp og gávur til bestu leikararnar verða latin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder