Annað

Óvæntaðir sigrar

Fleyr knógvaði oddaliðnum SÍ.

2021-12-12 19:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur: Veruligur spenningur kom í Føroya Tele-deildina hjá kvinnum eftir at Fleyr í gjár vann 3-1 á oddalinum SÍ, og KÍF vann 3-1 á Drátti, sum var nummar tvey fyri dystirnar í dag. KÍF hevur haraftrat ein dyst til góðar ímóti TB, og verður hann vunnin, so er KÍF beint í hølunum á hinum trimum ovastu, sum kappast um tey tvey finaluplássini í landskappingini.

Hjá KÍF var um reppið at 3-stiga-sigurin var mistur, eftir at greiða leiðslan í fjórða setti var svunnin burtur, og stríðshugaðu Dráttur-kvinnurnar javnaðu til 24-24, men tá mest stóð á, hildu kollfirðingarnir høvdið kalt, og vunnu settið 26-24.  

Dystirnir í gjár:
Fleyr – SÍ 3-1 (25-19, 25-27, 25-21, 25-19)
KÍF – Dráttur 3-1 (25-20, 22-25, 25-20, 26-24)
TB – Mjølnir 3-0 (25-19, 25-19, 25-19)

Støðan (dystir) / stig:
SÍ (6) / 14
Fleyr (6) / 13
Dráttur (6) / 11
KÍF (5) / 7
TB (5) / 6
Mjølnir (6) / 0

--------

Føroya Tele-deildin, menn: Eisini í Føroya Tele-deildini hjá monnum er háspenningur um finaluplássini, eftir at Fleyr vann 3-0 á SÍ. Sigurin hevur við sær, at Fleyr á fjórða plássi er nú bert 2 stig frá næstfremsta plássinum, har ÍF liggur við 11 stigum - 1 stig frammanfyri SÍ á triðja plássi. Fremst er Mjølnir við 15 stigum. Mjølnir spælir leygarkvøldið kl. 18 ímóti ÍF á Kambsdsali.

Dystirnir í gjár:
Fleyr – SÍ 3-0 (25-17, 25-23, 25-20)
ÍF – Mjølnir kl. 18:00

Støðan (dystir) / stig:
Mjølnir (5) / 15
ÍF (6) / 11
SÍ (7) 10
Fleyr (6) / 9
Ternan (6) / 0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder