Umboð fyri ÍSF og Oyggjaleikanevndina hava verið ein túr í Sunda kommunu fyri at skoða møguleikarnar, sum Sunda kommuna hevur at bjóða í sambandi við oyggjaleikirnar, sum vera í Føroyum í 2027.
Sunda kommuna, at tað verður hugsað um ítróttagreinir, har oyggjaleikaumboðanin úr Sundalagnum hevur verið sterk. Tað er serliga innan judo, bogaskjóting og skjóting, har íðkarar úr Sundalagnum hava vunnið heiðursmerki heim til Føroya.
Vitjað varð í Skúlanum við Streymin saman við umboðum fyri judo. Skúlin við Streymin við ítróttarhøllini, Torginum, fimleikahøllini og øllum umstøðunum í skúlanum og rundan um skúlan, vórðu víst fram at møguliga hýsa judo kappingunum á oyggjaleikunum. Sunda Judofelag, Tori, húsast í gerandisdegnum í Skúlanum við Streymin og er krumtappurin í føroyskum judo.
- Tori hevur nógvar spírar runt um í Føroyum, sum í dag eru virkin innan judo. Vit síggja stórar møguleikar at kunna hýsa kappingini á Oyrarbakka, har okkara íðkarar kunnu stríðast um heiðursmerki, skrivar Jógvan Kruse, borgarstjóri, á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.
Eisini varð vitjað við Margáir í Streymnesi. Umframt at ítróttarøkið við Margáir kann vera karmur um fótbóltsdystir á oyggjaleikunum, hevur Sunda kommuna bjóða Margáir fram at hýsa bogaskjótingini.
Vitjað var somuleiðis á skjótivøllinum hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála.
- Okkara skjúttar hava umboðað Føroyar á nógvum oyggjaleikum, og hava skotið nógv heiðursmerki heim til Føroya. Vit høvdu fegnast, um møguleikin hevði verið at skotið eftir enn fleiri heiðursmerkjum og gulli á heimavølli til Oyggjaleikirnar í 2027, skrivar Jógvan Kruse, borgarstjóri.
Skjótibreytin við Norðskála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald