
Setanin var í gjárkvøldið, og nú, sunnudag, byrja kappingarnar av álvara á Orknoyggjunum.
Kringvarpið hevur gjørt yvirlit yvir, hvussu føroyingarnir kappast á hesum degnum. Tað eru ikki so nógvar kappingar.
Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson eru farnir í gongd við triathlon, og Rutt Gregersen skal seinni renna 10.000 metrar.
Hetta eru kappingarnar hjá føroyingum um heiðursmerki í dag - sambært KVF eru tó sum so ikki nakrar stórar vónir til tað.
Frælsur ítróttur og badminton hava innleiðandi kappingar, og í liðkappingini í badminton eru fyrstu sigrarnir komnir til høldar: Badminton, sum vann gull í liðkappingini seinast, basti Ynys Môn 4-0 í fyrsta liðdystinum hesaferð. Dystir móti sterkara Guernsey og eisini Caymanoyggjunum skulu spælast seinni.
Níggju rennarar renna innleiðandi í dag, og har eru vónirnar góðar.
Sí eisini: Frælsur ítróttur fer aftur eftir heiðursmerkjum á Orknoyggjum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald