Annað

Stroyming: Setanin á Orknoyggjum sæst her

Til ber at fylgja við - og hyggja umaftur. Svimjarin Róland Toftum skal ganga fremst við Merkinum - fimleikarin Oddvør Alberta Kimsdóttir hevur føroyska vatnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-12 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku íðkararnir eru komnar til skotsktu oyggjarnar í øllum góðum .Kappingarnar hjá føroyingum byrja í morgin, sunnudagin, men fyrireikingarnar eru í gongd, og nú savnast allir íðkararnir. 

Í kvøld verður Krikwall karmur um setanina. Hetta verður á á Bignold Park. Hon byrjar klokkan 17.

Hendan kann stroymast ovast á almennu síðuni hjá Oyggjaleikunum 2025 - ella ovast í greinini her

Hetta plagar at vera ein hátíðarlig løta, og er tað startskotið til eina lítla viku, sum er inntens.

Svimjari Róland Toftum skal ganga fremst við føroyska flagginum. Sum vant ber yngsti íðkarin vatnið, sum kemur úr Føroyum. Talan er um 13-ára gomlu Oddvør Albertu Kimsdóttir. Hon skal annars kappast í fimleiki.

Umleið 100 føroyingar umboða landið á ymsan hátt til hesar tjúgundu Oyggjaleikirnar.

Stroymingin sæst ovast - til ber eisini at hyggja ummaftur

Sí eisini: Hesi skulu umboða Føroyar í Orknoyggjum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder