2025-07-03 18:20

Tá ooyggjaleikirnir verða settir, er siðvenja at hvør oyggj hevur sítt egna vatn við heimanífrá.
Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.
Í Føroyum er siðvenja, at yngsta ítróttarfólkið ber vatnið.
Til hesar leikirnar er 13 ára gamli fimleikarin Oddvør Alberta Kimsdóttir yngsta ítróttarfólkið umboðandi Føroyar, og tí fær hon heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.
Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum verða settir leygarkvøldið 12. juli kl. 17 á Bignold Park í Kirkwall.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald