Hondbóltur

Oyrasundsbúgvar á EM-liðnum: - Tað verður ikki størri

Jónas Gunnarson Djurhuus, Leivur Mortensen og Pauli Mittún eru lesandi og spæla hondbólt í danska høvuðsstaðnum. Teir gleða seg til endaspælið í januar, men alt rundanum skal ikki fylla ov nógv.

Tað riggar væl at búgva á Oyrasundi og lesa og samstundis spæla í næstbestu donsku deildini staðfesta teir tríggir hoyvíkingarnir, sum Portalurin setti stevnu fyrr í vikuni

Tað riggar væl at búgva á Oyrasundi og lesa og samstundis spæla í næstbestu donsku deildini staðfesta teir tríggir hoyvíkingarnir, sum Portalurin setti stevnu fyrr í vikuni

2023-12-21 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tey í flokkinum skilja ikki ordiliga, at man kann lesa á CBS og samstundis fyrireika seg til eitt EM-endaspæl.

Soleiðis sigur Leivur Mortensen. 24-ára gamli hoyvíkingurin lesur HA almen (Ehvervsøkonomi) á á Frederiksberg. Hann er ein av fleiri í EM-hópinum hjá Føroyum, sum sameinir lesnað og hondbólt. Leivur er eisini ein av trimum føroyskum landsliðsspælarum, sum býr í størsta “føroyska umhvørvinum” í Danmark: Á Oyrasundskolleginum.

Tað gera teir báðir, sum sita hvør sínumegin Leiv Mortensen hendan gráa týsdagin eisini. Teir eru eisini hoyvíkingar og lesandi: 21-ára gamli Pauli Mittún er í gongd við at gera fyrsta semestur á útbúgvingini “International Shipping and Trade” liðugt. Jónas Gunnarson Djurhuus er seks ár eldri, og tá vit seta okkum niður í felagshølinum á ØK, hevur hann júst latið sína bachelor inn.

Jónas lesur politikk og umsiting á RuC í Roskilde. Hann hevur skrivað um eitt føroyskt evni: Gongd í haga og burðardygga ferðavinna. 27-ára gamli spælskiparin er ikki meira enn toliliga nøgdur við bachelor-ritgerðina. Sjálv verjan verður beint eftir at bólkaspælið í Berlin.

- Um vit koma víðari úr bólkinum, so havi eg eitt problem, staðfestir Jónas flennandi.

Jónas og Leivur eru liðfelagir í FIF, sum hevur heimstað á Frederiksberg og liggur í niðaru hálvu á stigatalvuni í næstbestu donsku deildini. Team Sydhavsøerne liggur nakað hægri í somu deild. Felagið hoyrir heima á Lolland-Falster, men av tí at so at siga allir spælararnir búgva í Keypmannahavn, so venur liðið sum oftast saman í Valby. Pauli hevði júst verið til venjing, tá vit gjørdu samrøðuna. Einaferð um vikuna venja teir tíðliga á degnum.

- Tað riggar væl at búgva á Oyrasundi. Tað er ikki so langt til skúla og til venjing í Valby. Eg havi heldur ikki møtiskyldu í skúlanum, so onkrar dagar raðfesti eg øðrvísi. Vit hava tó góðar treytir í felagnum, so tað er sum einki problem at lesa og spæla hondbólt á hesum stignum, staðfestir Pauli.

Leivur og Jónas nikka. Teir í FIF venja oftast um kvøldið og samsvari við skúla og tað at búgva í tí – fyri føroyingar – kenda umhvørvinum á Amager hongur væl saman greiðir Jónas frá.

- Tað er frástøðan, ið ikki er ov stór, tað er prísurin, sum ikki er ov høgur, og so er tað eisini tað sosiala við nógvum føroyingum.

Royndi spælskiparin er annars fyri stuttum komin út fyri tí, sum so nógv onnur føroysk lesandi í danska høvuðsstaðnum eru komin: Hansara súkkla er stolin. Annars kann hann, eins og Leivur, finna uppá at súkkla til venjing. Jónas, Leivur og Pauli búgva allir á Oyrasundi saman við unnustu, og Jónas Djurhuus hevur eisini eina dóttir.

[object Object]

- Skulu ikki ávirkast av øllum rundanum
Móti endanum kemur prátið hjá okkum inn á sjálvt endaspælið. Hoyvíkingarnir dylja ikki fyri, at tað er ógvuliga spennandi, og tað fyllur nógv í prátinum við so at siga øll, sum teir koma í samband við.

- Tá nakrir norðmenn í mínum flokki funnu útav, at eg spældi á føroyska landsliðnum og skuldi møta Noreg til EM í januar, flippaðu teir út. Teir halda, at tað er svakt – eisini at eitt so lítið land er við, sigur Pauli Mittún.

Hann og Leivur Mortensen eru millum annað komnir í samband við fleiri norðmenn á Copenhagen Buisness School. EM er eitt evni, men hóast nógv fokus frá øðrum, so fyllur gerandisdagurin heima, í lesnaðinum og í feløgunum so nógv hjá føroyingunum beint nú.

Tað er ikki fyrr enn man líka fær frí nú til jólar, og man møtist við landsliðshópinum millum jól og nýggjár, at tað av álvara fer at fylla í høvdinum, staðfesta allir tríggir. Man arbeiðir eisini rímiliga nógv við tí sinnisliga í føroyskum hondbólti, har Jens á Skipagøtu er inn yvir. Jónas Gunnarson Djurhuus, Leivur Mortensen og Pauli Mittún eru eisini greiðir, áðrenn allir fara aftur í hvør sína íbúð.

- Tað er fyrst fult fokus á Slovenia, sum er fyrsti dysturin. Um vit raka okkara toppstig, so kunnu vit bjóða øllum av. Um ikki, so fáa vit tað tungt. Vit skulu ikki ávirkast av øllum rundanum – tí “hype” sum er – men tað er sjálvandi stuttligt at vita, at túsundtals føroyingar vera í Berlin um nakrar vikur til eitt EM-endaspæl fyri fyrstu ferð, og at man sleppur við til tað. Tað verður ikki størri.

Føroyska liðið hevur venjingar í føroyska høvuðsstaðnum 27. og 28. desember. Venjingardystir móti Belgia eru á skránni í Høllini á Hálsi 5. og 6. januar. Farið verður til Berlin 9. januar, og fyrsti EM-dysturin veðrur hósdagin 11. januar klokkan 17 móti Slovenia.

Sí eisini: Tríggjar vikur til fyrsta brakið í Berlin

Fleiri aðrir føroyingar spæla í næstbestu donsku deildini. Millum annað Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen, ið spæla fyri HØJ í Ølstykke. Teir búgva í ávíkavist Ishøj og á Islands Brygge.

Portalurin verður við á túrinum og hevur nógv tilfar úr Berlin. Ymiskt um EM verður eisini at síggja á portal.fo og roysni.fo fram móti endaspælinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder