Tveir av ungdómsleikarunum hjá 07 Vestur, Pætur Askelsen og Jónas Prior, hava nú gjørt sáttmála við barndómsfelagið.
Pætur og Jónas, sum fyltu 16 fyrr í ár, í ávíkavist apríl og mai, umboða til dagligt U17-liðið hjá 07 Vestur, men teir hava eisini fingið sínar fyrstu dystir í 1. deild, og báðir hava eisini roynt at sita á bonkinum í Betri Deildini, skrivar 07 Vestur í tíðindaskrivi.
Sambært felagnum eru teir báðir teir fyrstu í sínum árgangi at gera sáttmála við 07 Vestur.
– Saman við Jón Nielsen, sum skrivaði sáttmála fyrr í ár, eru teir partur av sterka og evnaríka U17-hópinum, har væntandi fleiri koma at skriva sáttmála komandi tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald