Fótbóltur

Pætur Petersen aftur til føroyskan fótbólt

Áleyparin fór til Hillerød at royna seg í vetur men kemur nú aftur til B36. Samstundis takkar norski áleyparin Torgeir Børven fyri seg.

Pætur Petersen spældi fyri B36 í 2025 og eisini sum yngri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen spældi fyri B36 í 2025 og eisini sum yngri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-31 21:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 boðar í kvøld frá, at Pætur Petersen kemur aftur til felagið at spæla. 28-ára gamli skálvíkingurin verður tøkur tá flytingarvindeygað letur upp tann 15. juni.

Samstundis takkar Torgeir Børven fyri seg. Felagið sigur, at av persónligum ávum fer 34 ára gamli framherjin aftur til Noregs.

Børven spældi 14 dystir og skeyt seks mál fyri B36 - seinast á Svangaskarði í gjár í 4-4 javnleikinum.

[object Object]
Torgeir Børven sæst renna við 11-talinum. Hann takkar nú fyri seg í B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Petersen spældi við B36 í fjør men valdi í vetur at fara til Danmarkar at royna seg í Hillerød, sum endaði á 4. plássið í næstbestu donsku deildini.

Men í Hillerød bleiv tað ikki til teir nógvu minuttirnar, og hann fer tískil at royna seg aftur í Føroyum.

B36 er á 2. plássi í Meistaradeildini eftir 12.umfør. Nú landsliðssteðgr er, hava KÍ B36 og NSÍ, nummar eitt, tvey og trý, øll 26 stig.

Les eisini: AB sendi NSÍ av 1. plássinum - nú hava trý lið 26 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder