Fótbóltur

Pætur Petersen royndarvenur í Esbjerg

Esbjerg fB spælir í triðbestu deildini í Danmark í løtuni, men liggur í løtuni til uppflyting.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-16 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pætur Petersen, áleypari hjá HB, er møguliga á veg til danskan fótbólt.

Danska fótbóltsfelagið Esbjerg fB skrivar í dag, at tey hava tríggjar útlendskar leikarar til royndarvenjing hesa vikuna, og at ein av teimum er HB-leikarin, Pætur Petersen.

Tað er ikki so langt síðani, at Esbjerg spældi í Superliguni, men seinnu árini hevur ikki gingist væl hjá Esbjerg.

Eftir tvey ár í næstbestu deildini, mátti felagið úr Esbjerg í fjør ta tungu leiðina niður í triðbestu deildina, sum eitur 2. division.

Her hevur gingið betur. 16 umfør eru spæld í inniverandi kappingarári, og Esbjerg liggur her í vetrarstøðginum ovast á stigatalvuni saman við Aarhus Fremad við 36 stigum.

Venjari hjá Esbjerg fB er Lars Vind. Hjálparvenjarin er meira kendur, nevniliga niðurlendingurin Rafael van der Vaart. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder