NSÍ kom til áttandapartsfinaluna í Gundadali við góðum sigri frá vikukskiftinum í viðførinum. HB var hinvegin eitt sært lið eftir ósigurin fyri grannunum sunnudagin. Dan í Soylu hjá HB og Pól Jóhannus Justinussen fingu báðir reytt kort í vikuskiftinum og sótu harvið uttanfyri við leikbanni í dag. Hemir Guðjónsson royndi nøkur ørvísi ting, við at Magnus Egilsson var í miðverjuni, nýggi norski miðvallarin var við fyrstu ferð frá byrjan og Adrian Justinussen leikti sum 10'ari. NSÍ hevði gjørt eina broyting í mun til leygardagin: Bárður Hansen var á høgra bakki frá byrjan fyri fystu ferð í ár, og Pætur Hentze var á hinum bakkinum ístaðin fyri Pól Jóhannus.
Fyrri hálvleikur var heldur linligur. Dystarmyndin líktist henni frá landskappingardystinum mitt í mars: HB hevði bóltin væl meira og royndi at skapa dystin, meðan NSÍ lá djúpt og dúgaði uppá umstillingar. Bæði liðini vóru heldur varin, og besti málmøguleikin var helst ein fín frísparksroynd frá Adrian. Útiliðið hevði bóltin í málinum hjá Teiti Gestssyni stutu fyri hálvleik, men Klæmint varð dømdur fyri rangstøðu.
HB kom betri út til 2. hálvleik, men teir stóru málmøguleikarnir vóru ikki at síggja. Men so skoraði HB næstan burturúr ongum: Teitur gyppaði langt út til Jógvan Skeel. Fyrsta skotið hjá áleyparanum rakti ein NSÍ-leikara, HB vildi hava brotsspark, men í aðru atløgu fekk Jógvan bóltin í málið aftanfyri Tórða, og so var líkamikið.
NSÍ skuldi nú umstilla seg, og hóast runavíkingar ikki fingu veruliga hótt løtuna eftir málið, so komu teir innaftur í dystin. HB gav útiliðnum eitt brotsspark, tá ein misskiljing førdi til, at Teitur gjørdi brotsspark móti innskifta Óla Olsen, ið var komin ímillum. Klæmint var ógvuliga tryggur, og so líktist tað 2x15 minuttum. Men HB trýsti á, og beint sum yvirtíðin fór í gongd, kom innlegg úr høgru ið Pætur Petersen kastaði seg fram og prikaði í málið. Stórur fagnaður á teimum svørtu og reyðu, ið vístu karakter og vilja í dag, meðan NSÍ annað árið á rað varð sligið út í áttandapartsfinaluni.
HB - NSÍ 2-1 (0-0)
'64 Jógvan Skeel Nolsøe 1-0
'86 Klæmint A. Olsen (br.) 1-1
'90 Pætur J. Petersen 2-1
HB (4-2-3-1): Teitur M. Gestsson - Jógvan Ròi Davidsen (L), Bartal Wardum, Magnus Egilsson, Daniel Johansen - Brynjar Hlöðversson, Andreas Breimyr (Hørður Askham) - Pætur J. Petersen, Adrian Rúnasson Justinussen, Símun Samuelsen - Jógvan Skeel Nolsøe
NSÍ (4-5-1): Tòrður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen (Sjúrður Pauli Nielsen), Oddur Árnasson Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze - Búi Egilsson, Peder Nersveen, Magnus H. Olsen (Óli Højgaard Olsen) , Jann Martin Mortensen, Jann Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L)
Fyrr í dag vann B68 trygt í Suðuroy Í løtuni eru fýra dystir á skránni, har TB er á odda í Suðuroyaruppgerðini, og KÍ er á odda heili 5-0 í Hoyvík. Fylg við á forsíðu okkara her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald