KÍ og Luzern bresta um eina løtu saman á Swissporarena í fyrra dystinum í 2. umfari í Europa League. Sveisiska liðið er stórfavorittur til dystin.
KÍ skal tryggja sær gott útgangsstøði í truplum umstøðum
Hjá KÍ er talan um næstan sama liðið frá byrjan, sum í dystunum ímóti Riterai. Einasta broytingin í manning er, at Páll Klettskarð ímillum teir fyrstu ellivu. 29-ára gamli áleyparin byrjar ístaðin fyri Boris Dosljak.
Hetta merkir, sambært almennu uppstillingini hjá UEFA, at Páll verður saman við Patriki Johannesen heilt har frammi, og tað hevur við sær, at Simen Sandmæl verður fluttir aftur á miðvøllin. Tað kann tó verða, at Patrik hevur útgangsstøði á kantinum. Mikkjal Thomassen hevur við in.fo sagt, at hann vil meira fysikk inn á liðið, tí Luzern er eitt sterkt fysiskt lið.
KÍ(4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð, - Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð.
Aftur í kvøld er 45-ára gamli málmansverjain, Geza Turi, eykamálvejri. Meinhardt Joensen er skaddur
Bonkur: Geza Turi, Torbjørn Grytten, Jonn Johannessen, Magnus Stamnestrø, Ólavur Niclassen, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen
Sí dystin her
Europa League 2. umfar - fyrri dysturin
25.07, kl.19.15 - Swissporarena
Luzern FC - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald